Prenta   Leinkja: Móttakari: Sent hevur: Boð:
 
 

Aðalfundur hjá IDF 3. desember 2011

Dubai

 
707 dagar eru síðani seinasta aðalfund hjá altjóra diabetesfelagsskapinum IDF, sum var í Montreal í Canada.
 
Byrjað varð við at atkvøða fyri at fáa 9 nýggj liafeløg í IDF, harav feløg úr USA og Singapore, sum fáast vð undirvísing innan diabetes. Hini vóru úr Armenia, Bulgaria, Mauritania, Nicaragua, Madagaskar, Rumenia og Malawi.
 
Formaðurin í IDF, professor Jean Claude Mbanya úr Cameroun hevði byrjanartaluna. Hann greiddi frá, at IDF nú hevur fleiri enn 220 limafeløg úr fleiri enn 160 londum, sum íalt hava omanfyri 2 mió. limir. Sum er hava 366 mió. fólk diabetes – um eina generatión verður mett at talið verður 520 mió. fólk. 280 mió. fólk eru í vanda fyri at fáa diabetes. Tí er eisini neyðugt at arbeiða við fyribyrging.
 
Nakrir av málsetningunum, sum vórðu settir fyri árini 2010-2012 eru:
 
·        Fyribyrging av diabetes og fáa medisin út til øll
·        Fáa “best practice” í diabetesviðgerð og -undirvísing
·        Gransking
·        Styrkja netverkið
 
Mbanya greiddi eisini frá, at fýra altjóða NGO-felagsskapir hava gjørt NCD-samgonguma (Non-Communitive-Decieces). Hesir felagsskapir umboða sjúklingafelagsskapir innan tuberklar, krabbamein, hjartasjúkur og diabetes.
 
Anne Keeling, stjóri í IDF greiddi frá um arbeiði hjá felagsskapinum. Um at stórt arbeiði er gjørt fyri at betra um samskiftið við m.a. betri heimasíðu og at nýta sosialu miðlarnar. Tey hava valt at hava fólk á høvuðsskrivstovuni, sum duga væl mál og at hava fleiri og betri útgávur og filmir á fleiri málum.
 
Greitt varð eisini frá, at fíggjarstøðan er betrað nógv. Reservarnir hjá IDF, sum í 2006 vóru 2,09 mió. €, verða í 2012 5,4 mió. €.
 
Broytingar í viðtøkunum blivu samtyktar. Talan var um fleiri smáar broytingar, hvørs endamál var at gera tær einfaldari. Men høvuðsbroytingarnar vóru:
 
·        Onging vetorættur er longur í mun til, hvussu upptøka av nýggjum limafeløgum fer fram.
·        Fáa ein varaformann innan fígging sum lim í nevndina.
 
Síðani vóru atkvøðugreiðslur á skránni.
 
Komandi formaður (President Elect) bleiv Dr. Shaukat Sadikot úr India við 55% av atkvøðunum. Hann er 61 ára gamal, formaður í Diabetesindia og hevur sjálvur diabetes. Hann er útbúgvin lækni og hevur arbeitt við diabetessjúklingum í meiri enn 35 ár.
 
Mr. John Grumitt úr Onglandi varð valdur varaformaður innan fígging.
 
Síðani vóru 6 aðrir varaformenn valdir. Hesi blivu vald:
 
·        Proff. Linong Ji, Kina
·        Proff. Akhtar Hussain, Noreg
·        Anne Bethune Belton, Canada
·        Proff. Trisha Dunning, Australia
·        Gordon Bunyan, Australia
·        Chris Delicata, Malta
 
Michael Sørensen, stud.med. úr Danmark, greiddi frá um ungdómsseminarið, sum er samstundis sum IDF-kongressin er. Talan er um eitt leiðaraseminar fyri ung, sum seinni kunnu gerast ungdómsleiðarar í londunum, sum tey koma frá. Líggjas Samuelsen úr Runavík luttekur í ungdómsseminarinum fyri Føroyar.
 
Á aðalfundinum vóru fleiri enn 300 luttakarar. Harav vóru tveir frá Diabetesfelag Føroya, sum hevur verið limur í IDF síðani 2007.
 
Dagarnar 4-8. desember verður IDF-kongressin og IDF Global Village, har útvið 14.000 fólk fara at luttaka.
 
---
 
03.12.2011/Allan

 

 

 
 

Stórfingin gáva frá Skótahjálpini!

 

22. nov. 2011

 

Tá ið Diabetesfelag Føroya skipaði fyri árliga 14. november haldinum, fekk felagið forkunnuga vitjan av Skótahjálpini.

 

Jan á Argjaboða frá Skótahjálpini greiddi frá um skótahjálpina, og hvussu tey valdu út átøk, tey vildu lata stuðul til.

Í ár høvdu tey avgjørt at lata helvtina av hjálpini - 45,000,-kr. til Diabetesfelag Føroya. Harumframt lata tey eins stóra upphædd til eina skúlaverkætlan í India. Umboð fyri ta verkætlanina var eisini við á fundinum og tók ímóti gávuni.

 

Diabetesfelag Føroya fer at brúka gávuna til at fíggja eina barna- og familjulegu fyri børn við diabetes og teirra avvarðandi. Til ta leguna koma fakfólk og heilsustarvsfólk við serkunnleika í diabetes at leggja lag á og hjálpa og stuðla teimum at gera tað lættari at klára gerandisdagin.

 

Diabetesfelagið er sera takksamt og takkar Skótahjálpini hjartaliga fyri hesa stórfingnu gávu!

 
 

14. novemberhald

 

 

Sunnudagin 13. november varð skipað fyri 14. novemberhaldi. Kristiana Rein, formaður legði fyri og greiddi frá um 14. november, ið at ST er lýstur altjóða dagur fyri diabetes. Hon segði frá um søguna um diabetes, - at diabetes var kend langt aftur í forna tíð, og at vit í Føroyum eisini hava kent til diabetes leingi. Stóra frambrotið kom, tá ið insulinið og tess ávirkan gjørist kend. Síðani eru støðugt hend framstig fyri tey, ið eru rakt av diabetes, og tey gerast tíverri alsamt fleiri.

 

Síðani beyð hon Claudiu Bjarnstein vælkomnari. Claudia er verkfrøðingur í evnafrøði og hevur starvast í 11 ár á Novo Nordisk, ið er av heimsins størstu framleiðarum av insulin. Claudia greiddi frá, hvussu framleiðslan fór fram og um ymsu partarnar av framleiðslugongdini.

 

Í endanum av haldinum komu umboð fyri Skótarørsluna í Føroyum framvið og handaðu Diabetesfelag Føroya stórfingna gávu, - 45,000,- kr., ið skulu brúkast til barnatiltøk, ið Diabetesfelagið skipar fyri. Diabetesfelagið er sera takksamt fyri hesa gávu og takkar Skótarørsluni hjartaliga fyri hana.

 
 

 

 

 

 

 

Altjóða diabetesdagur!

 

    

Í sambandi við, at 14. nov. av ST er lýstur sum altjóða diabetesdagur, er vanligt at varpa ljós á diabetes henda dag. Eisini í Føroyum skipar diabetesfelagið fyri almennum fundi í hesum sambandi. Í ár verður fundurin í MBF- húsinum leygardagin 13. nov. kl. 15.00

 

 

 

Claudia Bjarnastein, verkfrøðingur í evnafrøði fer at halda fyrilestur um insulin. Hon hevur starvast á Novo Nordisk í 11 ár. Fyrilesturin fer at snúgva seg um insulinframleiðslu, krøv til insulinframleiðslu og insulinsamanseting. Helst er hetta áhugavert fyri diabetikarar at hoyra um.

Eisini koma umboð fyri skótahjálpina at vitja okkum hendan dagin, og tað gleða vit okkum almikið til.

Fundurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

 

 

 

 

 

 
 

Limagjald 2011

 

23. september 2011

 

Tey, ið ikki enn hava goldið limagjald, kunnu gera tað á konto nr. 9870-4281935 í Suðuroyar Sparikassa

Limagjaldið er 270,-

 
 

Limafundur!

 

17. sept. 2011

 

Limafundur verður mánakvøldið 19. september kl. 19 á Hotel Føroyum!

 

Sindre Børke, formaður í norska diabetesfelagnum heldur fyrilestur um diabetes

 

Pál Weihe, heldur fyrilestur um gransking í Føroyum

 

Randi Abrahamsen, sálarfrøðingur heldur fyrilestur um sálarlig árin í samband við diabetes

 
 

Skeið fyri pør!

 

Sunnudagin 18. september skipar Diabetesfelagið fyri skeiði fyri pør, har annar hevur diabetes. Skeiðshaldarar vera Sindre Bjørke, formaður í norska diabetesfelagnum og Randi Abrahamsen, sálarfrøðingur. Tey eru roynd at halda slík skeið í Noregi og eru nógv umbiðin. Skeiðið verður í MBF-húsinum sunnudagin kl. 14 og øll eru vælkomin. Skeiðið er ókeypis! Boða frá á diabetes@diabetes@fo

 
 

Góðu felagslimir, børn og ung 

29.aug 2011

Hvør hevur hug at renna / ganga heilsurenning / marathon?

Vit vita øll, at tað hevur alstóran týdning at fara út at røra seg hvønn dag.
Nú verður høvi hjá okkum øllum at gera nakað við hetta sunnudagin hin 4. sept, 2011,  tá ið Tórshavn Marathon verður gingið/runnið. Fríggjadag og leygardag verður Diabetesfelag Føroya saman við Tjaldurs Apoteki, Hjartafelagnum,  Fólkaheilsuráðnum  og Kosttoyminum á Torginum í SMS við upplýsandi tiltøkum.
Tey, sum skipa fyri, vilja fegin hava so nógv fólk, sum gjørligt út at ganga ella renna henda dagin. Tveir styttri teinar eru til tey, sum bert vilja ganga/renna fyri at røra seg, meðan ½  marathon  ( 21 km) og fult  marathon  (42 km) er fyri tey, sum veruliga vilja renna hesar longu teinar.
Umframt at vit heita &